Ongi úrslit

Tórshavnar Manskór hevur konsert í Skála kirkju

Konsertin er tann seinasta framførslan, áðrenn kórið fríggjadagin 24. apríl fer til Íslands at vitja Karlakór Reykjavíkur, sum hátíðarheldur sín 100 ára stovningardag

runavik.fo
15. apríl kl. 16:29

Sunnudagin 19. apríl, klokkan 16 hevur Tórshavnar Manskór fyri fyrstu ferð nakrantíð konsert í Skála kirkju; Jón Festirstein stjórnar.
Konsertin er tann seinasta framførslan, áðrenn kórið fríggjadagin 24. apríl fer til Íslands at vitja Karlakór Reykjavíkur, sum við eini røð av konsertum í næstu viku hátíðarheldur, at tað eru 100 ár síðan kórið var stovnað. Tórshavnar Manskór skal vera við í tveimum konsertum, fríggjadagin 24. apríl og Flaggdagin. Eisini skal manskórið á ferðini til Íslands syngja í samband við flaggdagshaldið, sum føroyska sendistovan í Reykjavík skipar fyri.
Árið í ár er eisini serligt fyri Tórshavnar Manskór, tí í ár eru 40 ár liðin, síðan Bjarni Restorff og Kári av Reyni stovnaðu kórið. Venjingarnar byrjaðu í november í 1986 og fyrsta framførslan var 22. mars árið eftir. Tað vóru 22 mans við til ta konsertina, umframt dirgentin, og tað hugaliga er, at tveir av teimum 22 enn eru partur av kórinum. Nú er tað Jón Festirstein, sum stjórnar kórinum.
Tann 23. mai, klokkan 17, hevur Tórshavnar Manskór stóra 40 ára jubileumskonsert í Norðurlandahúsinum í Havn, og umframt at vera fyrireiking til Íslandsferðina, er konsertin á Skála eisini partur av fyrireikingini til jubileumskonsertina.
Tórshavnar Manskór er eitt av virknastu kórum í landinum og telur i dag fram ímóti 70 sangarar. Kórið, sum syngur eina ógviliga breiða skrá av kendum sangum, hevur framført nógvastaðni, bæði burturi og heima, men hetta er sum nevnt fyrstu ferð, at kórið syngur á Skála.
Tað gleða vit okkum til, og vit vóna av hjarta, at tit tíma at lurta eftir okkum. Konsertin, sum er partur av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu,  varir í ein slakan tíma og er ókeypis. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

19 tímar síðan