Í gjár var løgreglan í Leirvík og gjørdi ferðslukanningar og úrslitið varð, at tríggir bilførarar fingu bæði bót og klipp í koyrikortið.
Tveir bilførarar fingu bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum gott 70 og knappliga 80 kilometrar um tíman á einum strekki innanbýggja har tað annars er loyvt at koyra 50.
Og so fekk ein bilførari eisini bót og klipp í koyrokortið fyri at hava telefonina í hondina ímeðan hann koyrdi.