Í gjár tók løgreglan tríggjar bilførarar, sum allir fáa bót. Tveir av teimum fáa eisini klipp í koyrikortið.
Upp á nakrar minuttir tók løgreglan tveir bilførarar í Havn við fartelefon í hondni ímeðan teir koyrdu. Tað kostar teimum 1.500 krónur í bót og eitt klipp í koyrikortið.
Ein annar bilførari fekk bót fyri at koyra við viðfestisvogni, sum eingi ljós hevði.
Somuleiðis ringdi ein bilførari til løgregluna at siga frá, at hann hevði borið við ein bil og kanska hevði speglið fingið skaða. So skuldi tað hent at nakar ringdi at melda eitt slíkt óhapp, visti løgreglan so hvør tað var.
Nettupp í hesum døgum er løgreglan í ferð við eitt átak ímóti bilførarum, sum brúka fartelefon ímeðan teir koyra
LES MEIRI HER: Harðari revsing hevur ikki fingið bilførarar at leggja fartelefonina frá sær