Ljósfest er í Vági hetta vikuskiftið og eitt afturvendandi tiltak á hátíðarhaldinum er at heiðra vágbingar, sum hava gjørt serliga vart við seg.
Á sinni vóru tað Marita Vestergaard og Rúna í Lágabø, skótaleiðarar, umframt Heri Mørk Hjelm, vinnulívsmaðir, sáli, sum vórðu heiðrað.
Marita og Rúni eru hjún og í eini 35 ár hava tey bæði staðið á odda í ungdómsarbeiði í Vági við tað, at tey eru oddafólk í skótaliðnum Royndini.
Í hesum sambandi hava tey eisini gingið á oddda tá flaggdagshald og grækarismessuhald eru í Vági.
– Við sínum jaligu tilgongd til felagslívið eru tey við øðrum orðum ring at koma uttanum, sigur býráðið.
Heri Mørk Hjelm, vinnulívsmaður er akkurát deyður og sostatt lukkaðist hann ikki at uppliva hendan heiðurin í dag.
– Fáur vinnulívsmaður hevur skapt so nógv arbeiðspláss í Suðuroynni í 80’unum og 90’unum og fyrst í hesi øldini, sum hann, sigur býráðið.
Nevnast kunnu smoltstøðin í Víkarbyrgi og sjóaling í Lopra. Kryvjivirkið á Tjørn og seinni á Polarfrost. Roykivirkið í Porkeri, smoltstøðin í Grønadali, aling á Vatnsnesi, sjóaling í Øravík og í Froðba.
– Nógvar familjur fingu til lívsins uppihald, takkað verið hesum manni, sigur býráðið.
– Viljin dreiv verkið, og ikki hugsanin um egnan vinning. Heldur vildi hann heimbygdini og allari Suðuroynni væl, og ikki minst, so vildi hann vísa, at tað bar til, leggja tey afturat.
Á Myndini eru tey, frá vinstru, Bjarni Johansen, borgarstjóri, Marita Vestergaard, Rúna Hjelm og Randi Hjelm, sum báðar eru døtur Hera Hjelm, Arni Brattaberg, eykalimur í mentamálanevndini í Vágs Býráði, og Levi R. Mørk, formaður í mentamálanevndini hjá Vágs Býráði