Tvøroyrar kommuna hevur undirskrivað sáttmála við Sp/f Andrias Berg um at gera nýggja gongubreyt í Líðini í Trongisvági. Arbeiðið kostar 1.391.100 krónur uttan meirvirðisgjald og skal eftir ætlan vera liðugt fyrst í februar 2027.
Sáttmálin varð undirskrivaður í býráðssalinum á Tvøroyri 19. november.
500 metrar av nýggjari gongubreyt
Gongubreytin verður umleið 500 metrar long og tveir metrar breið. Hon skal liggja fram við landsvegnum frá Ósanum til rulluportrið í Trongisvágslið.
Endamálið er at bøta um ferðslutrygdina og skapa tryggari umstøður hjá fólki, sum ganga fram við hesum vegastrekkinum.
Verkætlanin verður framd í samstarvi við Landsverk, sum hevur góðkent ætlanina.
Tvøroyrar kommuna er byggiharri og hevur ábyrgdina av arbeiðinum, meðan Sp/f Andrias Berg skal standa fyri arbeiðinum á staðnum.
Løgtingið hevur játtað eina millión
Løgtingið hevur fyribils játtað eina millión krónur til gongubreytina.
Sáttmálaupphæddin er sostatt 391.100 krónur hægri enn fyribils játtanin. Harumframt kemur meirvirðisgjald.
Eftir tíðarætlanini skal arbeiðið vera liðugt fyrst í februar 2027.