Ongi úrslit

Trump boðar frá víðkaðum álopum á Iran

Útilokar ikki landhernað

© Anna Moneymaker/Getty Images
Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Útsøgnin kom náttina til mikudag í einum samrøðu við Fox News, har Trump segði, at USA fer at herða álopini á Iran komandi dagarnar.

Sambært forsetanum verða álopini víðkað í hesi vikuni, meðan næsta vika kann gerast enn harðari fyri Iran, um eingin framgongd verður móti samráðingum.

-Tey fara at verða víðkaði. Eg goymi orkumálini til seinast. Vit fara at raka tey sera hart í kvøld, í annaðkvøld og aftur kvøldið eftir. Næsta vika verður veruliga ring fyri tey, segði Trump.

Trump upplýsti eisini, at USA kann fara eftir iranskari orkuinfrastruktur, millum annað orkuverki, umframt brúm, um Iran ikki kemur til samráðingarborðið.

Í samrøðuni var Trump spurdur, um hann vildi útiloka ein amerikanskan landhernað móti Iran. Tað vildi hann ikki.

Tað fari eg at siga nei til. Um eg metti, at tað var neyðugt … Summar ferðir hevur mann brúk fyri einum landhernaði, segði amerikanski forsetin kryptiskt.

Trump greiddi ikki nærri frá, hvat í so fall skuldi loysa eina slíka aðgerð, ella hvussu víðfevnandi ein møgulig hernaðarlig innrás móti Iran kundi verið.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56