Donald Trump upplivir nú ringastu undirtøku í sínum øðrum forsetaskeiði. Sambært einum miðaltali hjá RealClearPolitics eru 57 prosent av amerikanarunum misnøgdir við arbeiðið hjá forsetanum, meðan góð 40 prosent eru nøgd.
Dýrt at vera amerikanari
Meginorsøkin til misnøgdina tykist vera búskapurin. Trump lovaði undir valstríðnum lægri kostnað og betri fíggjarlig kor, men nógv kenna seg nú svikin.
Inflatiónin er framvegis høg, livikostnaðurin veksur, og sambært Gallup er talið av amerikanarum, sum halda, at fíggjarliga støðan hjá teimum versnar, tað hægsta í 25 ár.
Í einari máting siga 61,7 prosent seg vera misnøgd við búskaparligu gongdina.
Serliga hækkandi bensin- og orkuprísir skapa ónøgd millum veljararnar.
Kríggið í Iran kostar politiskt
Hin stóra orsøkin er amerikanska luttøkan í krígnum í Iran. Nógvir veljarar stuðlaðu Trump, tí teir ynsktu minni amerikanska uppílegging uttanlands.
Nú halda fleiri, at forsetin hevur leitt USA inn í eitt kríggj uttan greiða ætlan um, hvussu tað skal enda.
Bert 38 prosent siga seg vera nøgd við handfaringina av Iran-stríðnum, meðan 58,4 prosent eru misnøgd.
Hóast fallandi undirtøku hevur Trump framvegis sterkt tak á Republikanska flokkinum, og nógv av kjarnuveljarum hansara eru framvegis trúfastir.