Ongi úrslit

Trump undir trýsti: Nýggj kanning vísir sera lága undirtøku

Einans 30 prosent eru nøgd við arbeiðið hjá Donald Trump. Nýggj kanning vísir stóra ónøgd við amerikanska forsetan.

Edmund Jacobsen
15 tímar síðan

Einans 30 prosent av amerikanarunum siga seg vera nøgd við arbeiðið hjá Donald Trump sum forseta. Tað vísir ein nýggj meiningakanning frá American Research Group, sum norska Nettavisen endurgevur.

Ónøgdin er stór

Sambært kanningini eru 66 prosent ónøgd við forsetan, meðan fýra prosent svara, at tey ikki vita. Í mai vóru 31 prosent nøgd við Trump.

Afturgongdin er greið. Í juni í fjør var undirtøkan 38 prosent, og í juni 2018 var hon 40 prosent í eini líknandi kanning.

Búskapurin rakar forsetan

USA-serfrøðingurin Eirik Løkke sigur við Nettavisen, at búskapurin er høvuðsorsøkin til afturgongdina.

Hann vísir á, at Trump lovaði veljarunum betri búskap, men at prísir, tollpolitikkur og Iran-kríggið hava gjørt støðuna truplari hjá amerikanarum.

Ein kanning frá The Economist og YouGov vísir eisini, at bara 29 prosent stuðla búskaparligu handfaringini hjá Trump, meðan 63 prosent eru ímóti henni.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

21 tímar síðan

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32