Ongi úrslit

Trý ferðsluóhapp - og illgruni um rúsdrekkakoyring

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Vatnavegnum í Vágum, beint við Vatnsoyrar.

Har stoyttu tveir bilar saman og løgreglan sigur, at báðir bilarnir fingu so stóran skaða, at tey fingu ikki koyrt, men máttu flytast burtur. Men har var eingin fólkaskaði.

Eitt annað ferðsluóhapp hendi í Havn, tá ið tveir bilar, sum koyrdu lið um lið, bóru við hvønn annan við eitt sving. Løgreglan sigur, at teir báðir bilarnir fingu ikki nevnivert av skaða.

Á Langasandi kom ein leigibilur so langt út á jaðaran, at bæði hjólini høgrumegin endaðu í veitini, so hann mátti hjálpast upp aftur.

Og í gjárkvøldið ringdu dulnevnd fólk til løgregluna at melda ein bilførara tí tey hildu at hann var ávirkaður. Løgreglan sigur, at tey funnu bilin, men ikki bilførarin, so tað verður ikki gjørt meiri við tað.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39

Funnin deyður í Fuglafjørði, einki revsivert

15. august kl. 08:13