Ongi úrslit

Trý starvsfólk heiðrað: 90 ára royndir á Umhvørvisstovuni

Trý starvsfólk á Umhvørvisstovuni eru heiðrað fyri samanlagt 90 ár í almennari tænastu. Jón B. Niclasen hevur havt 40 ára starvsdag, meðan Katrin Hoydal og Maria Gunnleivsdóttir Hansen hava havt 25 ára starvsdag.

Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Umhvørvisstovan hevur nýliga havt hátíðarhald fyri trimum starvsfólkum, sum hava nátt ein týðandi varða í arbeiðslívinum.

Frá pappíri til talgildar skipanir

Jón B. Niclasen hevði 40 ára starvsdag 29. mai 2026. Hann er útbúgvin landmálingsteknikari og hevur arbeitt við matrikulering og útskifting í 40 ár.

Hann starvaðist fyrst á Matrikulstovuni og fór síðan við yvir á Umhvørvisstovuna í 2007, tá Matrikulstovan varð løgd undir stovnin.

Gransking, veðurlag og fyrisiting

Katrin Hoydal hevur havt 25 ára starvsdag. Hon er lívfrøðingur og ph.d. og hevur arbeitt við umhvørvisgransking, serliga í AMAP-samstarvinum, sum savnar og greinar dátur um dálking og veðurlagsbroytingar í Arktis.

Maria Gunnleivsdóttir Hansen hevur eisini havt 25 ára starvsdag. Hon hevur verið við til at menna føroyska umhvørvisfyrisiting og umhvørvislóggávu. Í dag stendur hon fyri árligu fráboðanini til ST um útlát av vakstrarhúsgassi og er ein av høvuðsfyriskiparunum av Veðurlagsdegnum.

Umhvørvisstovan takkar teimum fyri drúgva tænastu og stórt íkast gjøgnum mong ár.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14