Tað gongur ov seint at fáa fleiri kvinnur í leiðandi størv í fíggjarvinnuni. Tað heldur Turið Finnbogadóttir Arge, sum hevur verið stjóri í Føroya Banka síðan mai 2023.
Í einari nýggjari poddvarpssamrøðu við danska miðilin FinansWatch vísir hon á, at kvinnur framvegis eru í stórum minniluta millum bankastjórar.
– Vit eru ikki komin hagar, sum vit áttu at verið, tá ið tað snýr seg um at fáa fleiri kvinnur í stjórastørv. Tað er bæði spell og skomm, sigur hon.
Sambært bankastjóranum fer fíggjarvinnan glipp av nógvum dugnaligum fólkum, tí ov fáar kvinnur verða settar í stjórastørv.
Hon heldur, at gamlir vanar og siðvenjur eru ein partur av frágreiðingini. Tað krevur meira at seta fólk í starv, sum hava aðra bakgrund enn tey, ið vanliga verða vald.
Frá ungari mammu til bankastjóra
Turið Finnbogadóttir Arge hevur starvast í Føroya Banka síðan 2007 og havt fleiri leiðandi størv, áðrenn hon tók við sum stjóri.
Í samrøðuni greiðir hon eisini frá, hvussu hon sum ung mamma megnaði at sameina familjulív, arbeiði og útbúgving.
Meðan hon arbeiddi í Føroyum, tók hon cand.merc.aud.-útbúgvingina á Handilsháskúlanum í Aarhus við sjálvlestri. Hon møtti bert á skúlanum, tá ið hon skuldi verja høvuðsritgerðina.
Men leiðin hevur eisini verið krevjandi.
– Serliga tá ið eg var yngri, setti eg ómetaliga stór krøv til mín sjálvs. Næstan ómenniskjalig krøv, sigur hon.
Hon viðgongur eisini, at hon sum leiðari hevur tikið avgerðir, sum hon seinni hevur angrað.
Serliga tungar hava tær avgerðir verið, sum hava rakt onnur fólk.
Tí heldur hon tað vera avgerandi at taka ábyrgd, biðja um umbering og læra av sínum mistøkum.