TV2 gjørt dokumentarrøð um illgrunasama málið í Hvannasundi

Dokumentarrøðin ”Druknet” kannar illgrunasama málið um 16-ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen, ið druknaði í Hvannasundi í november 2012

Sigurjón Einarsson
19. apríl 2022 kl. 16:17

Eina vetrarnátt í 2012 fór 16-ára gamla Maria Fuglø Christiansen út uttan at siga frá. Í ljósareyðum gummistivlum fór hon til gongu oman móti keiini. Hálvtannað samdøgur seinni varð líkið av henni funnið við byrgingina um Hvannasund tann 21. november í 2012.

Niðurstøðan hjá løgregluni eftir líkskoðanina tá var, at eingin tekin vóru um, at Maria hevði verið fyri nøkrum ágangi. Heldur ikki vóru tekin um, at eitt óhapp var hent. Niðurstøðan var, at hon hevði tikið sítt egna lív og tí bleiv málið ikki kannað nærri.

Í tvey ár hevur Station 2 hjá TV 2 kannað, hví Maria druknaði eina novembernátt í 2012. Út frá hesum eru gjørdar fimm sendingar, sum vera at síggja á TV 2 PLAY frá tann 21. apríl.

Her sleppur hyggjarin inn í eitt klaustrofobiskt og gudsóttandi univers, har sendingin lýsir illgrunasama málið, tá millum annað líkið hjá gentuni verður grivið upp aftur, eitt blóðugt kníválop og eina politirannsókn, sum er fylt við holum og umstríddum avgerðum.

Samrøður úr fongslinum
Eftir at Maria varð funnin deyð bleiv hennara dagbók funnin, har hon skrivar um ólukkuligan kærleika við Jógvan Nysted Gardar, sum er eitt ár eldri enn Maria.

Familjan hjá Mariu er ikki samd við niðurstøðuni hjá løgregluni, at Maria hevur tikið sítt egna lív, og tí heitti familjan á sakførara at kanna kanningararbeiðið hjá løgregluni, og í juli 2021 – næstan níggju ár eftir andlátið – verður fyrrverandi sjeikurin hjá Mariu Fuglø Christiansen, Jógvan Nysted Gardar, ákærdur fyri dráp.

TV 2 hevur havt samband við Jógvan Nysted Gardar upp til rættarmálið, har vit fáa innlit í eitt kristiligt umhvørvi, har sjálvmorð er so syndafult, at tað steingir øll portur til himmiríkis.

Men spurningarnir hópa seg upp.    

Hvat hendi hasa novembernáttina, tá Maria fór út og ongantíð kom afturíaftur? Hví læt løgreglan vera við at kanna málið? Og hví bleiv Jógvan Nysted Gardar ikki kannaður nærri, fyrr enn ein kendur sakførari fór at kanna málið?

Allir fimm partarnir kunnu síggjast á TV2 PLAY frá tann 21. apríl. Partarnir verða eisini sendir á TV 2 seinni.