Ongi úrslit

Tvær ferðir stoyttu bilar saman av óansni

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Í gjár hendi tað tað tvær ferðir, at bilar stoyttu saman, tí at bilførarar ikki ansaðu nóg væl eftir

Fyrru ferð var við Gøtugjógv har ein bilførari var so tætt uppi í reyvini á bilinum framman fyri, at tá ið hann tók ferðina av, lukkaðist bilførarin aftan fyri ikki at bremsa, men rendi á.

Men ferðin var ikki nógv, og skaðin var ikki stórur, men bilførarin á tí aftara bilinum, fær bót og klipp í koyrikortið fyri ikki at halda neyðugu frástøðuna.

Tveir aðrir bilar stoyttu eisini saman tá ið teir koyrdu sama veg - men í hvør sínari vegbreyt. Kortini komu teir so nær hvørjum øðrum, at speglini bóru saman og fingu skaða. Hetta var á krossvegnum við Glasir. Enn er óvist, hvussu tað verður avgreitt og tað kann ikki ávísast, hvør kom ov nær hinum - men bilførararnir eru vístir til tryggingina.  

Mest lisið hesa vikuna

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

8. august kl. 08:24

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

8 tímar síðan

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

8. august kl. 12:03