Ongi úrslit

Tvær milliónir fingnar til nýggja heilsuútbúgving: Men rakstrarjáttanin vantar enn

Fróðskaparsetrið hevur fingið tvær milliónir krónur til at menna eina nýggja APN-masterútbúgving. Men útbúgvingin kann ikki byrja uttan almenna rakstrarjáttan.

© Setrið.
Tordis Tróndarson, ph.d.-lesandi leggur fram um APN-útbúgving í Føroyum. Tordis er verkærtlanarleiðari á APN-FO
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Fróðskaparsetur Føroya hevur fingið tvær milliónir krónur frá Novo Nordisk Grunninum til at menna grundarlagið undir einari nýggjari masterútbúgving í Advanced Practice Nursing, APN. Men pengarnir kunnu ikki brúkast til sjálvan raksturin av útbúgvingini.

Skal Setrið kunna bjóða útbúgvingina og taka ímóti lesandi, er neyðugt við fastari rakstrarjáttan á fíggjarlógini. Fíggjarlógaruppskotið skal leggjast fyri Løgtingið 1. oktober.

Skulu kunna átaka sær uppgávur hjá læknum

APN-útbúgvingin er ætlað sjúkrarøktarfrøðingum, sum skulu fáa framkomnar kliniskar førleikar og kunna arbeiða sjálvstøðugt við torgreiddum sjúklingum.

Arbeiðið kann millum annað fevna um kliniska støðutakan, heilivágsmeting, samskipan av sjúklingagongdum og ávísing til víðari kanningar og viðgerð.

Endamálið er millum annað, at APN-sjúkrarøktarfrøðingar kunnu átaka sær fleiri uppgávur, sum annars krevja lækna. Tað kann stytta bíðitíðir, lætta um arbeiðstrýstið hjá læknum og tryggja, at tíðin hjá fakfólki í heilsuverkinum verður gagnnýtt betur.

Stórur partur av grundarlagnum longu fíggjaður

Nýggju tvær milliónirnar skulu millum annað brúkast til at menna undirvísingarhættir, undirvísingartilfar í telemedisini og kliniska simulatión.

Granskingargrundarlag, námsskipan, undirvísingarhættir og simulatión eru longu fyri ein stóran part fíggjað við uttanhýsis pengum. Tað, sum nú vantar, er almenna fíggingin til raksturin av sjálvari útbúgvingini.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

4 tímar síðan

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11