Ongi úrslit

Tvey innbrot eru meldað til løgregluna - og ein roynd at bróta inn

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Í gjár ringdu fólk tríggjar ferðir til løgregluna at melda innbrot. Løgreglan sigur, at tað eina innbrotið var í Dansifrøi í Havn og har vórðu fimm fløskur av rúsdrekka, stolnar.

Løgreglan sigur, at innbrotstjóvarnir høvdu brotið seg inn onkuntíð ímillum mánakvøldið klokkan til týskvøldið á midnátt.

Um sama mundi varð ringt av Oy í Hvn at melda, at har hevur onkur skatt ein rút í eini úthurð.

Tað er hent ímillum mánadagin klokkan seks á kvøldið til týsmorgunin klokkan átta.

Løgreglan sigur, at tey taka hetta sum eina roynd at bróta inn, men har sluppu tjóvarnir ikki inn.

Í gjár varð eisini ringt at melda, at innbrot hevði verið í einum neysti í Miðvági. Tað er hent ímillum fríggjadagin og týsdagin, tá ið hongslini í hurðini eru brotin. Men at eigarin hevði kannað neystið og hann dugdi ikki at síggja, at nakað var stolið.

Løgreglan sigur, at hevur nakað sæð okkurt illgrunasamt, eru tey vælkomin at siga frá.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27