Áhugin fyri Vág sum ferðamál hjá seglbátum er framvegis stórur. Higartil í ár hava 30 seglbátar vitjað við tilsamans 125 fólkum umborð.
Samanborið við somu tíð í fjør er talið av seglbátum bert vaksið úr 28 upp í 30 bátar, men talið á fólkum umborð er tvífaldað, úr 65 upp í 133 gestir.
Eitt áhugavert eyðkenni er, at Vágs Havn hevur verið fyrsta føroyska havnin hjá øllum seglbátunum, ið hava vitjað higartil í ár. Flestu eru komnir úr Skotlandi, men eisini hava seglbátar siglt til Vágs úr Írlandi og Danmark.
Seglbátarnir sjálvir hava uppruna í fleiri ymiskum londum. Flestu bátarnir higartil í ár eru frá Fraklandi og Bretlandi, men eisini hava vit havt vitjanir úr Týsklandi, Hollandi, Kanada, Danmark, Póllandi, Avstralia, USA, Belgia og Sveis.
Mong av teimum, ið koma til Vágs við seglbáti, steðga í nakrar dagar og nýta tíð í bygdini. Gestirnir vitja handlar, matstovur og onnur tilboð í økinum.
Okur fegnast um gongdina og gleða okkum at taka ímóti fleiri seglbátum restina av summarinum.