Ongi úrslit

Týska meistaraliðið er áhugað í Óla Mittún

Týska meistaraliðið SC Magdeburg sigst ætla at keypa Óla Mittún frá danska GOG

Jonhard Hammer
26. mai kl. 18:55

Óli Mittún er sáttmálabundin í GOG fram til á sumri í 2029. Men tað vil ikki siga tað sama, sum at føroyski landsliðsspælarin verður í GOG trý ár aftrat.

Bæði týskir og danskir fjølmiðlar halda seg vita, at SC Magdeburg er áhugað í at keypa føroyska landsliðsspælaran Óla Mittún frá GOG.

Danski miðilin hbold.dk endurgevur týska Sport Bild fyri at skriva, at SC Magdeburg, sum fyri stuttum tryggjaði sær týska meistaraheitið í manshondbólti, leingi hevur arbeitt við ætlan um at keypa Óla Mittún.

Óli Mittún flutti fyri einum ári síðani – á sumri í 2025 – frá svenska Sävehof  og til GOG. Hóast sáttmálaskeiðið er fram til á sumri 2029, so sigur Sport Bild, at tað er rættiliga ivasamt, at føroyski landsliðsspælarin verður í danska felagnum fram vil 2029.

Venjarin hjá SC Magdeburg Bennet Wiegert dylur ikki, at hann roknar Óla Mittún at vera framúr góðan spælara:

-Eg haldi Óla Mittún vera spælara, sum hevði passað væl á liðið hjá øllum feløgum í bundesliguni. At hann fyrr ella seinni verður spælari í Týsklandi man lítið vera at ivast í, og so er spurningurin, um tað verður SC Magdeburg, sum hann fer at umboða, sigur Bennet Wiegert við Sport Bild.

hbold.dk leggur aftrat, at Óli Mittún er ein av mest spennandi ungu bakkspælararnir, og at hann fyri stuttum var við til at vinna Føroyar til fyrsta HM endaspælið nakrantíð.

Næsta uppgávan hjá GOG og Óla Mittún verður at spæla um bronsukrónurnar í DM. Mótstøðuliðið er Mors-Thy. Fyrsti dysturin av trimum verður sunnukvøldið í Arena Svendborg.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

15 tímar síðan