Ongi úrslit

Týskir ákærarar reisa ákæru í Nord Stream-málinum

Zelenskyj hevur enn ikki havt høvi at seta seg inn í ákæruritið

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Týskir ákærarar hava reist ákæru í kanningini av spreingingunum á Nord Stream-gassleiðingunum í Eystrasalti í september 2022.

Sambært fleiri týskum miðlum, millum annað Deutsche Welle, er ein 50 ára gamal ukrainskur maður, nevndur Serhii K., nú ákærdur fyri at hava staðið á odda fyri átakinum, sum oyðilegði tríggjar av teimum fýra gassleiðingunum.

Sambært ákæruritinum stóð Serhii K. á odda fyri einum bólki við kavarum, einum skipara og einum serfrøðingi í spreingievnum.

Bólkurin skal hava leigað ein seglbát í Týsklandi undir følskum samleikum og lagt spreingiløðingar við gassleiðingarnar nærhendis Bornholm.

Hann er ákærdur fyri millum annað sabotasju móti týðandi undirstøðukervi, grova oyðilegging av ogn, at hava elvt til spreingingar og fyri luttøku í krígsbroti, tí sambært ákæruvaldinum var álopið beint móti borgarligum orkuundirstøðukervi.

Spreingingarnar 26. september 2022 raktu tríggjar av teimum fýra leiðingunum í Nord Stream 1 og Nord Stream 2 og elvdu til eina umfatandi altjóða kanning.

Ein ákæra er tó ikki tað sama sum ein dómur. Serhii K. noktar seg sekan, og málið skal nú viðgerast í einum týskum dómstóli.

Málið hevur eisini politiskar avleiðingar. Týsku ákærararnir halda upp á, at átakið varð framt vegna ukrainskar statsligar eindir.

Ukrainski forsetin Zelenskyj, hevur upplýst, at hann enn ikki hevur havt høvi at seta seg inn í ákæruritið og tí bíðar eftir fleiri upplýsingum, áðrenn hann fer at gera viðmerkingar til málið.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

23 tímar síðan

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17