Tað upplýsir ukrainski forsætisráðharrin, Yulia Svyrydenko, sum sambært DR kallar avgerðina „fantastisk tíðindi“. Sambært DR hava ES-londini givið grønt ljós til at byrja samráðingar við bæði Ukraina og Moldova.
Týðandi vegamót fyri Ukraina
Sambært ES-formansskapinum er talan um eitt týðandi vegamót á leiðini móti evropeiskari sameining og eitt sterkt tekin um samanhald í ES.
Fyrsta umfarið fevnir um grundleggjandi øki sum óhefta rættarskipan, mannarættindi og stríð móti mutri. ES krevur framstig á hesum økjunum, áðrenn arbeiðið á øðrum økjum kann halda fram.
Ungarn dempar vónirnar
Leiðin til limaskap er tó framvegis long. Ungarn hevur áður verið ímóti ukrainskum ES-limaskapi, og hóast nýggi forsætisráðharrin, Péter Magyar, vísir størri vælvilja til samráðingar, heldur hann, at tað kann taka 10 til 15 ár, áðrenn Ukraina møguliga verður limur í ES.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur leingi trýst á fyri at fáa gongd á samráðingarnar og hevur áður sagt, at Ukraina er klárt til fyrstu umførini av samráðingunum.