Ukrainskar dronur raktu leygarmorgunin økið kring Sankta Pætursborg í einum stórum álopi. Tað skrivar AP.
Sambært russiskum myndugleikum vórðu 141 dronur skotnar niður í Leningrad-økinum, meðan tríggir persónar fingu smærri skaðar.
Dronur flugu 1.000 kilometrar
Álopið kom bert ein dag eftir, at russiski forsetin Vladimir Putin vrakaði eitt uppskot frá ukrainska forsetanum Volodymyr Zelenskyj um beinleiðis samráðingar.
Zelenskyj upplýsti, at ukrainskar dronur flugu umleið 1.000 kilometrar fyri at raka hernaðarlig mál nær Sankta Pætursborg, millum annað vápnagoymslur hjá russiska flotanum og eina herstøð í Kronstadt.
Trýstið á Russland veksur
Álopið er enn eitt tekin um vaksandi ukrainskan førleika at raka mál djúpt inni í Russlandi. Fyrr í vikuni vórðu eisini eitt oljuterminal og ein flotastøð nær býnum rakt.
Ukrainski uttanríkisráðharrin Andrii Sybiha segði eftir avvísingina frá Putin, at „tað fer bert at versna fyri Russland“, og legði afturat, at eingin staður í Russlandi longur kann metast sum tryggur móti ukrainskum langtrøkkandi álopum.