Ongi úrslit

Ulla Joensen er nýggj í nevndini

Ulla Joensen varð vald í nevndina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag á aðalfundinum, har ársfrágreiðingin hjá felagnum eisini varð løgd fram

industry.fo/Føroya Arbeiðsgevarafelag
6 tímar síðan

Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen og Kristoffur Laksá stóðu fyri vali til nevndina. Fróði Magnussen tók ikki við afturvali, og Ulla Joensen varð vald í hansara stað. Jens Meinhard Rasmussen og Kristoffur Laksá vórðu afturvaldir.

 

 Á fundinum varð ársfrágreiðingin eisini løgd fram. Har leggur Føroya Arbeiðsgevarafelag dent á trý høvuðstilmæli: At fáa fleiri ung at velja Føroyar, at tryggja støðugar og kappingarførar vinnukarmar og at raðfesta vinnuvendar útbúgvingar hægri.

Felagið vísir á, at hesi trý økini hanga tætt saman og eru avgerandi fyri arbeiðsmegi, kappingarføri og framtíðar menningina í Føroyum.

Les ársfrágreiðingina her.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

Í gjár kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

Í gjár kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02