Heilsu- og orkumálaráðið hevur latið upp fyri umsóknum um stuðul til umhvørvisverndartiltøk í 2026. Tilsamans eru 350.000 krónur tøkar, og umsóknarfreistin er fríggjadagin 19. juni.
Einstaklingar, virki, feløg og kommunur kunnu søkja. Endamálið við játtanini er at menna vitanina um náttúru og umhvørvi, fyribyrgja og avmarka dálking og verja djóra- og plantusløg og landsløg.
Stuðul kann eisini latast til kunning um náttúru- og umhvørvisviðurskifti og til orkusparandi tiltøk.
Stuðulin skal avlaga kapping minst møguligt
Sambært reglugerðini skal stuðulin avlaga kapping í minst møguligan mun. Ráðið kann krevja upplýsingar um arbeiðsgongdina og um, hvussu peningurin verður nýttur.
Umsøkjarar, sum fáa játtaðan stuðul, skulu í seinasta lagi ein mánað eftir, at tilsøgnin er móttikin, boða skrivliga frá, um tey taka av stuðlinum.
Er arbeiðið ikki av álvara farið í gongd innan eitt hálvt ár eftir, at stuðulin er játtaður, fellur tilsøgnin burtur.
Eitt av krøvunum er, at tá ið verkætlanin er liðug, skal roknskapur latast ráðnum saman við einari frágreiðing um úrslitið.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Heilsu- og Orkumálaráðnum