Ongi úrslit

Umleið 10.000 fleiri deyðsføll undir hitabylgju í Evropa

Tey flestu vóru yvir 65 ár

Jóhanna Højgaard
13. juli kl. 18:00

Kraftiga hitabylgjan, sum rakti stóran part av Evropa síðst í juni, hevði við sær eina týðiliga øking í deyðatalinum.

Eftirlitsskipanin EuroMOMO boðar í dag frá, at tað vórðu umleið 10.650 fleiri deyðsføll skrásett enn væntað í teimum 27 ES-londunum í vikuni 22.–28. juni.

Meira enn 9.000 av teimum eyka deyðsføllunum vóru millum fólk, sum vóru 65 ár ella eldri.

EuroMOMO hevur eftirlit við deyðatalinum í Evropa og verður rikin av Statens Serum Institut (SSI) við stuðli frá Evropeiska Miðstøðini fyri Sjúkufyribyrging og -Eftirlit (ECDC) og Heimsheilsustovninum (WHO).

Lasse Skafte Vestergaard, yvirlækni á SSI, sigur, at gongdin er óvanlig. Sambært eftirlitsdátunum hevði deyðatalið ligið undir tí væntaða í átta vikur frammanundan, áðrenn tað hækkaði brádliga undir hitabylgjuni.

Yvirdeyðiligheit merkir, at fleiri fólk doyggja, enn hagtøl vanliga vísa fyri eitt ávíst tíðarskeið. Tølini staðfesta sostatt eina týðiliga øking í deyðatalinum, men prógva ikki í sjálvum sær, at øll tey eyka deyðsføllini beinleiðis vóru orsakað av hitanum.

Heilsuserfrøðingar meta kortini, at hitabylgjan var høvuðsorsøkin, tí eingin størri farsótt ella onnur greið frágreiðing er funnin fyri hesa stóru økingina.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06