Ongi úrslit

Undirvísarar á Glasi geva út bók: Skraddaraseymað til frisøryrkið

Tveir undirvísarar á Glasi hava givið út nýggja lærubók, sum skal gera virkisbúskap lættari at skilja og meira viðkomandi hjá frisørlærlingum.

© Glasir.
Hallur Oskar Olsen og Rúni Johannesen, sum undirvísa á Glasi, hava givið út nýggja lærubók í virkisbúskapi til frisørlærlingar.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Hallur Oskar Olsen og Rúni Johannesen, sum undirvísa á Glasi, hava givið út nýggja lærubók í virkisbúskapi til frisørlærlingar. Bókin snýr seg um sonevndan salongbúskap og er givin út á teirra egna forlagi, Vetur.

Lagað beinleiðis til frisøryrkið

Endamálið hevur verið at laga tilfarið serliga til frisørlærlingar, so undirvísingin verður meira praktisk og viðkomandi. Óneyðugt tilfar er tikið burtur, og málið er gjørt lættari og nærri vanligum talumáli.

Høvundarnir hava eisini havt samrøður við frisørar. Tær hava givið teimum betri innlit í, hvør roknskaparligi tørvurin í yrkinum er, og hvussu tilfarið best kann lagast til frisørlærlingar.

Hallur royndi tilfarið við einum frisørflokki seinasta skúlaár. Í ár hevur verandi flokkur tikið bókina í nýtslu.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11