Fleiri enn 140 ung hava í summar verið við í átakinum Ung í arbeiði í Vági, Eiðis kommunu, Eysturkommunu, Fuglafirði og Klaksvík.
Samlaða talið er helst væl hægri. Nógvar føroyskar kommunur skipa hvørt summar fyri Ung í arbeiði. Eisini Sumbiar kommuna, Vága kommuna og Nes kommuna hava í ár boðið ungum summararbeiði.
36 ung til verka í Vági
Størsti skrásetti b ólkurin var í Vági, har 36 ung arbeiddu í tvær vikur. Tey lúkaðu fram við vegum og gongugøtum, málaðu garðar og rammur á skeltum og fríðkaðu kirkjugarðin.
Vágs kommuna rósti teimum ungu fyri arbeiðið.
– Vit kunnu staðfesta, at vit eiga ein raskan og arbeiðssaman ungdóm, segði kommunan og takkaði fyri gott arbeiði og gott lag.
Á Eiði vóru 32 ung við. Kommunan takkaði teimum fyri dygdararbeiðið, sum tey høvdu gjørt kring alla kommununa.
Í Eysturkommunu arbeiddu umleið 30 ung við at lúka, sláa gras og hampa bygningar, gøtur og gongubreytir.
Fyrstu royndirnar á arbeiðsmarknaðinum
Í Fuglafirði vóru 26 ung úr 8. og 9. flokki við. Kommunan legði dent á, at tey fingu royndir við ábyrgd, samstarvi og einum vanligum arbeiðsdegi.
Í Klaksvík vóru 17 ung við. Tey ruddaðu, lúkaðu og fríðkaðu kommunal øki. Kommunan rósti teimum fyri góða arbeiðið.