Ongi úrslit

Ungarn broytir grundlógina: Orbán kann ikki gerast forsætisráðharri aftur

Ungarska tjóðartingið hevur samtykt eina grundlógarbroyting, sum forðar Viktori Orbán í at venda aftur sum forsætisráðharri.

© European Parliament / European Union.
Viktor Orbán, fyrrverandi forsætisráðharrin í Ungarn.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Ungarska tjóðartingið samtykti mánadagin eina grundlógarbroyting, sum ásetur, at ein persónur í mesta lagi kann vera forsætisráðharri í átta ár. Avgerðin merkir, at fyrrverandi forsætisráðharrin Viktor Orbán ikki kann veljast aftur í embætið, skrivar Reuters.

Broytingin kemur stutt eftir, at Peter Magyar og flokkur hansara, Tisza, vunnu valið í apríl og tryggjaðu sær tveir triðingar av tingsessunum. Tað gevur Tisza møguleika at broyta ella seta úr gildi lógir og grundlógarbroytingar, sum vórðu samtyktar tey 16 árini, Orbán sat við valdið.

Átta ár verða hámarkið

Sambært nýggju reglunum kunnu persónar, sum hava verið forsætisráðharrar í átta ár ella longur, ikki veljast aftur í embætið. Reglan fevnir um øll embætisskeið frá 2. mai 1990. Frameftir skulu forsætisráðharrar fara frá eftir í mesta lagi átta ár ella tvey valskeið.

Grundlógarbroytingin leggur eisini upp til at avtaka stovnin fyri verju av fullveldinum. Stovnurin varð settur á stovn undir Orbán og hevur fingið atfinningar fyri at eyðmerkja andstøðupolitikarar og journalistar sum fólk, ið tæna útlendskum áhugamálum.

Orbán heldur fram sum floksformaður

Hóast Fidesz tapti valið og endaði í andstøðu, varð Viktor Orbán leygardagin afturvaldur sum formaður í flokkinum í eitt ár afturat. 729 av 737 umboðum atkvøddu fyri honum. Eingin stillaði upp ímóti honum.

Orbán segði á flokstinginum, at hann tekur fulla ábyrgd av valtapinum og ikki ætlar sær at gevast í politikki. Nýggja grundlógarbroytingin merkir kortini, at leiðin aftur í forsætisráðharrasessin er stongd.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

Í gjár kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

Í gjár kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Bilur koyrt útav í Kollafirði

13. juni kl. 00:02