Ongi úrslit

Ungdómshús í Fuglafirði

Fuglafjarðar kommuna og Havsbrún hava skrivað undir sáttmála um eitt ungdómshús í kommununi

Sigurjón Einarsson
15. sepember 2022 kl. 13:25

Hóast Fuglafjarðar kommuna er illa sperd fíggjarliga, at hon er komin upp um eina skattaálíkning í rakstrarútreiðslum, so kunnger kommunan í dag, at eitt ungdómstilboð til tey ungu í kommununi nú verður veruleiki.

Tað var í gjár, at Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, greiddi frá í útvarpstíðindunum hjá Kringvarpinum, at kommunan er noydd til at repa seglini og millum annað lækka rakstrarútreiðslur, tí kommunan nú er komin uppum eina skattaálíkning í rakstrarútreiðslum, men hóast hetta, so kunnger Fuglafjarðar kommuna í dag, at kommunan og lokala vinnufyritøkan Havsbrún, eru komnar ásamt um at gagnnýta gomlu kantinuna á Bakkavegi, Stórhúshøll, til ungdómshús í býnum.

– Í fleiri ár hava ungdómar í Fuglafirði havt eitt ynski um eitt ungdómstilboð, ið kann dekka ein tørv, sum ikki longu er dekkaður av mongu frítíðar- og mentanartilboðunum, ið finnast í kommununi. Men ein týðilig politisk raðfestingin av ungdómsøkinum hesa setuna, hevur borið við sær, at eitt ungdómstilboð nú er veruleiki, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

Tann 1. mars í ár byrjaði Durita Samuelsen í starvinum sum leiðari fyri nýggja ungdómstilboðnum, sum Fuglafjarðar Býráð setti í verk, har millum annað skuldi finnast útav, hvussu ungdómstilboðið skal skipast og hvar tey skulu húsast.

Áherðsla hevur verið løgd á, at ungdómurin í kommununi hevur havt ein virknan leiklut í hesum arbeiðnum. Eitt nú eru ungdómsumboð vald í ráðgevandi nevnd, eins og ung hava luttikið á framtíðarsmiðju, har tey hava lýst, hvussu ungdómslívið framyvir kann síggja út í nærsamfelagnum.

Í hesum arbeiðnum gjørdist serliga tørvurin, at kunna savnast og brúka tíð saman sum ungdómur, týðiligur, og nú verður eitt ungdómshús veruleiki.

Kommunan skrivar, at fyrsta tiltakið varð longu hildið á Mentanardøgunum og nú verða hølini sett í stand, so at tey gerast hóskilig sum høvuðssæti hjá ungdóminum í kommununi.

Kelda: Fuglafjarðar kommuna

Mest lisið hesa vikuna

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

8. august kl. 08:24

Álvarsom hending í Fuglafirði

Í gjár kl. 21:36

Her er best at síggja sólarmyrkingina

Í gjár kl. 16:06

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

8. august kl. 12:03

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

15 tímar síðan

Sjúkrabilar og brandbilar høvdu ikki fingið koyrt fyri parkeraðum bilum

9. august kl. 08:19