Ongi úrslit

Unglingabrotsverkini taka dik á seg: Vøkstur upp á 122 prosent

Skuldsetingar av 15–17 ára gomlum fyri brot á revsilógina fóru úr 32 í 2024 upp í 71 í 2025.

Edmund Jacobsen
11. juli kl. 09:18

Talið av skuldsetingum av ungum í aldrinum 15–17 ár fyri brot á revsilógina vaks munandi í 2025.

Skuldsetingarnar fóru úr 32 í 2024 upp í 71 í 2025. Tað svarar til ein vøkstur upp á 122 prosent eftir einum ári.

Tølini standa í frágreiðingini Føroya Politi – Hagtøl 2025, sum lýsir gongdina í brotsverkum og øðrum politiarbeiði frá 2021 til 2025.

Tey 15 ára gomlu eru størsti bólkurin

Tey 15 ára gomlu eru nógv størsti bólkurin millum unglingarnar, sum vórðu skuldsettir fyri brot á revsilógina í 2025.

Av teimum 71 skuldsetingunum vóru 52 prosent av 15 ára gomlum. 39 prosent vóru av 16 ára gomlum, meðan níggju prosent vóru av 17 ára gomlum.

Sostatt vóru meira enn níggju av hvørjum tíggju skuldsetingum av 15- og 16 ára gomlum.

Ognarbrotsverk fylla nógv mest

Ognarbrotsverk vóru nógv tann størsti bólkurin.

Av teimum 71 skuldsetingunum vóru 55 fyri ognarbrotsverk. Harumframt vóru fimm fyri harðskap, seks fyri kynslig brotsverk og fimm fyri onnur brot á revsilógina.

Ognarbrotsverk stóðu sostatt fyri meira enn trimum fjórðingum av øllum skuldsetingunum.

Nærkast aftur toppinum frá 2022

Talið í 2025 er tað næsthægsta í fimm ára tíðarskeiðnum.

Í 2021 vóru 57 skuldsetingar fyri brot á revsilógina, og í 2022 vóru 86. Síðan fall talið niður í 25 í 2023 og 32 í 2024, áðrenn tað aftur vaks munandi og kom upp á 71 í 2025.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

Í gjár kl. 13:00

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11