Ongi úrslit

Universitetið í Oslo leitar eftir granskara: Skal kanna føroyskt basalt til CO₂-goymslu

Ein nýggjur granskari skal saman við Jarðfeingi kanna, um koltvísúrni kann bindast varandi í føroyskum basalti.

© Kortal.
Universitetið í Oslo søkir eftir jarðfrøðingi til føroysku DecarbFaroe-verkætlanina, har CO₂ verður dælt niður í føroyskt basalt og bundið í mineralum. Myndin er tilvildarlig.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Universitetið í Oslo søkir eftir jarðfrøðingi til føroysku DecarbFaroe-verkætlanina. Endamálið er at leggja grundarlag undir eina royndarskipan, har CO₂ verður dælt niður í føroyskt basalt og bundið í mineralum.

Talan er um eitt fulltíðarstarv á Njord Centre við Universitetið í Oslo fram til 31. desember 2028. Starvið skal setast skjótast gjørligt og í seinasta lagi í januar 2027. Umsóknarfreistin er 19. oktober 2026. 

Skal arbeiða tætt saman við Jarðfeingi

Granskarin skal arbeiða við jarðfrøði, bergfrøði og vatnjarðfrøði í tøttum samstarvi við Jarðfeingi.

Arbeiðið fevnir millum annað um at kanna føroyskt basalt og, hvussu mineral verða myndað í grótinum. Framkomnir kanningarhættir sum elektronmikroskopi og røntgentomografi skulu brúkast. Granskarin skal eisini greina upplýsingar úr boriholum og grótsýni umframt úr pumpuroyndum.

DecarbFaroe skal geva størri vitan um, hvussu CO₂ kann bindast sum mineral í gomlum basalti í Norðuratlantshavi, sum í dag liggur oman fyri havflatan í Føroyum. Verkætlanin hevur 19 samstarvspartar úr granskingarheiminum, almennum granskingarstovnum og vinnuni. 

Kunnleiki til føroyska jarðfrøði er ein fyrimunur

Umsøkjarar skulu hava doktaraútbúgving í jarðfrøði og millum annað hava førleikar innan strukturella jarðfrøði og bergfrøði. Kunnleiki til føroyska jarðfrøði er eisini nevndur sum ein ynskiligur førleiki. 

Mest lisið hesa vikuna

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

13 tímar síðan

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

22. sepember kl. 10:07

Bústaðartreytirnar vóru avgerandi: Lesandi fekk ikki lestrarstuðul

22. sepember kl. 17:30