Tað skal verða lættari hjá fólki við lágum inntøkum at fáa hita í bústaðin og heitt vatn úr krananum. Tað er endamálið við einum uppskotið, Tjóðveldi og Sjálvstýri hava lagt fyri Løgtingið.
Uppskotið verður lagt fram nú oljuprísirnir eru farnir munandi upp og tað rakar fólk við lægri inntøku meint. Samstundis hava tey eisini verri møguleikar at leggja um til varandi orku, ella at útvega sær ein elbil.
Tí skulu fólk við lágum inntøkum nú kunna søkja um eitt serligt orkuískoyti, men tað er ikki ein treyt, at tað verður brúkt til at fylla sær oljutangan við. Orkuískoytið kann nevniliga eisini brúkast til at rinda ein part av tí tað kostar at leggja um til grøna orku.
Tey, sum leggja uppskotið fram, vísa á, at fólk við góðum inntøkum hava betri ráð at rinda fyri oljuna, ella at leggja um til grøna orku.
Landið letur stuðul til at leggja um til grøna orku, men í nógvum førum hevur tað havt við sær, at prísirnir er hækkaður, soleiðis at ein partur av stuðlinum ikki sæst aftur hjá brúkarunum, siga tey.
Men hetta fer ikki at gera seg galdandi, tá ið tað bara er eitt lítið tal á fólki, sum fær stuðul.
Tey siga, at hetta er eitt uppskot, sum er skjótt og lætt at seta í verk, tí vit hava longu eina skipan við orkuískoyti, Tí er endamálið at hækka hetta orkuískoyti. Nú er tað 5.000 krónur, men tey skjóta upp at hækka tað upp í 12.000 krónur.
Húski, ið hava eina inntøku ið er lægri enn 350.000 krónur, fáa rætt til orkuískoyti.
Sum støðan er nú, fáa tey, um eiga yvir 50.000 ikki rætt til orkuískoyti, men tey skjóta upp at hækka tað upp á 70.000 krónur fyri húski, har tað eru eitt ella tvey vaksin. Eru trý, ella fleiri vaksin, kunnu tey eiga 90.000 krónur.
Tað vóru gott 400 húski, sum fingu orkuískoyti í fjør. Leysliga verður mett, at tað vera 400 - 500 húski, ið fara at fáa rætt til tað hækkaða orkuískoyti, so tey hava roknað seg fram til, at tað fer at kosta landskassanum 3,8 milliónir.