Ongi úrslit

Urd fekk virðisløn fyri spildurnýggja barnabók

Ferð til Kongurvág, sum Urd Johannesen hevur skrivað, varð útgivin síðst í august í ár

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Urd Johannesen fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan fyri bókina „Ferðin til Kongurvág“.

Bókin snýr seg um Ólav, sum er upptikin av Minecraft, men sum samstundis stríðist við ótta og marru.

Í talgilda heiminum hevur hann tamarhald á støðuni, men í sínum egna innara heimi er støðan ein onnur. Tá ein eiturkoppur byrjar at tosa, verður latið upp fyri einum hugflogsríkum heimi, har Ólavur verður noyddur at standa ímóti tí, sum ræðir hann.

Dómsnevndin sigur, at bókin flættar Minecraft, hugflog og barnsins innara lív saman og vísir, at dirvi ikki merkir at vera uttan ótta, men at halda fram hóast óttan.

Silja Eystberg hevur myndprýtt bókina, sum varð útgivin 27. august í ár.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

12 tímar síðan