Hon sigur, at bæði luttøka og frávera senda greið politisk tekin.
– Fólk eiga at hugsa um, hví tey fáa hesar innbjóðingarnar, sigur hon sambært Ritzau.
Diplomati fram um symbolpolitikk
Naaja H. Nathanielsen vísir samstundis á, at samrøður eiga at fara fram gjøgnum diplomatisku skipanina. Hon stuðlar fundinum millum serliga amerikanska sendimannin til Grønlands, Jeff Landry, og grønlendskar myndugleikar í Nuuk.
Jeff Landry er komin til Grønlands í sambandi við vinnustevnuna Future Greenland og varð í fjør settur í nýggja leiklutin sum serligur amerikanskur sendimaður til Grønlands.
Trump kastar framvegis skugga
Málið er serliga viðkvæmt, tí Donald Trump fleiri ferðir hevur tosað um amerikanska yvirtøku av Grønlandi. Sambandið millum USA og Kongaríkið Danmark hevur verið spent síðani forsetavalið í USA í 2024.