USA hevur fríggjamorgun sett nýggj tollgjøld í gildi móti 60 altjóða handilspartnarum, harímillum ES.
Tollgjøldini, sum eru millum 10 og 12,5 prosent, koma í staðin fyri ein fyribils altjóða toll, sum Donald Trump forseti setti í gildi fyrr í ár, og sum nú er farin úr gildi.
USA grundgevur avgerðina við, at londini, sum verða rakt, ikki í nóg stóran mun hava sett í verk ella handhevjað bann móti innflutningi av vørum, sum eru framleiddar við tvingsilsarbeiði.
Amerikanski handilsumboðsmaðurin Jamieson Greer sigur, at tollgjøldini skulu leggja trýst á londini fyri at styrkja eftirlitið við veitingarketum teirra. Millum londini, sum verða rakt, eru ES, Kina, Japan, Suðurkorea og India.
Uttanríkisleiðarin hjá ES, Kaja Kallas, setir spurnartekin við amerikonsku grundgevingina og vísir á, at ES longu hevur víðfevndar reglur móti tvingsilsarbeiði og eftirlit við fyritøkum og teirra veitarum.
Serfrøðingar halda, at tollgjøldini í veruleikanum eru eitt handilspolitiskt trýsttól, sum verður grundgivið við átøkum móti tvingsilsarbeiði.
Teir ávara um vanda fyri hægri prísum, størri óvissu hjá fyritøkum og møguligum móttiltøkum frá øðrum londum.