Ongi úrslit

Útgávukonsert í Norðurlandahúsinum: Marianna Winter gevur út fyrstu heildarplátuna

Marianna Winter gevur í kvøld út sína fyrstu heildarplátu, The More You Know, og markar hetta við einari útgávukonsert í Norðurlandahúsinum í Havn.

Edmund Jacobsen
29. mai kl. 12:37

Á pallinum hevur hon ein væl samanspældan bólk við sær umframt gestaupptraðkandi, sum fara at leiða áhoyrararnar ígjøgnum nýggju útgávuna.

Útgávan er skrivað og framleidd saman við Ragnari Finssyni. Sambært einari lýsing  sameinar hon indie-folk, popp og rokk við inniligum løtum av indie-bedroom-poppi.

Soundtrack til uppvøksturin

The More You Know verður lýst sum ein tónleikalig ferð aftur til minnir og kenslur frá uppvøkstrinum. Útgávan skal minna um eitt gamalt heimaband, har ófullkomin brot og minnismyndir verða tikin fram aftur.

Ein av sangunum á plátuni, Patio, varð tilnevndur til Ársins Sang á FMA 2026.

Seks tónleikarar á pallinum

Konsertin byrjar klokkan 20.00 og varir í 75 minuttir uttan steðg. Saman við Mariannu Winter á pallinum verða Ragnar Finsson, Hjørtur Pætursson Háberg, Árni Johannesson, Kristian Pauli Ellefsen og Vinjar Egilsnes Petersen.

Atgongumerki kunnu keypast á NLH.fo

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14