Ein stórur partur av arbeiðnum hjá løgregluni hesa seinastu tíðina, hevur verið at taka útlendskar ferðaleiðarar, sum koma til Føroyar at vísa ferðafólki runt - uttan at hava arbeiðsloyvi í Føroyum.
Fleiri ferðaleiðarar hava fingið bót, og felags fyri teir er eisini, at teir eru vístir av landinum, og sleppa ikki aftur til Føroya í tvey ár.
Aftur nú hevur ein ferðaleiðari fingið bót og er vístur av landinum í tvey ár. Hesa ferð var bótin 3.000 krónur og tað er tí at hann var ikki arbeiðsgevari, sum arbeiddi fyri seg sjálvan, men hann var arbeiðstakari, sum arbeiddi fyri eina ferðaskrivstovu.
Var hann arbeiðsgevari, hevði bótin verið minst 50.000 krónur.
Løgreglan sigur, at tey hava eisini ein annan ferðaleiðara, sum er undir viðgerð, men avgerð er ikki tikin um, hvussu tað málið skal avgreiðast.
Men tey taka altíð passini frá teimum, so at tey ikki sleppa av landinum fyrr enn málini eru avgreidd.
Løgreglan sigur, at tey gera eitt stórt arbeiði fyri at kunna ferðaskrivstovur um, at tað krevst arbeiðsloyvi fyri at koma til Føroyar at arbeiða, eisini sum ferðaleiðari.
Og beint nú bíða tey eftir einum ferðaleiðara, sum er á veg til Føroya. Tey hava greitt honum frá, hvussu støðan er, men hevur hann ikki fingð viðurskiftini í rættlag, verður hann handtikin á flogvøllinum tá ið hann kemur.
Løgreglan sigur eisini, at tað eru somuleiðis nógv sum venda sær til teirra at spyrja, hvussu tey skulu fyrihalda seg. Tí vænta tey eisini, at sum heild fer trupulleikin at minkað sum frá líður.