Ongi úrslit

Uttanlandsnevndin: Fríhandil við ES á dagsskránni

Írski sendiharrin hevur vitjað í Føroyum, og føroyska ynskið um ein fríhandilssáttmála við ES varð lagt fram á fundi í Løgtinginum.

Írski sendiharrin í Keypmannahavn, Kyle O´Sullivan og formaðurin í Uttanlandsnevndini, Jørgen Niclasen.
Edmund Jacobsen
10 tímar síðan

Írski sendiharrin í Keypmannahavn, Kyle O’Sullivan, hevur hitt formannin í Uttanlandsnevndini, Jørgen Niclasen, undir vitjan í Føroyum. Fundurin kemur beint undan, at Írland 1. juli tekur við formansskapinum í Ráðnum í Evropeiska samveldinum (ES).

Føroyar seta fríhandil ovast

Á fundinum legði Jørgen Niclasen dent á føroyska ynskið um at fáa ein fríhandilssáttmála í lag við ES. Samstundis varð tosað um fleiri uttanríkispolitisk evni, sum hava týdning fyri Føroyar.

Írland er í løtuni í ferð við at fyrireika arbeiðið og politisku skránna fyri komandi ES-formansskapin, og tí hevði vitjanin serligan týdning.

WTO og Erasmus+ á skrá

Partarnir umrøddu eisini støðuna hjá Føroyum viðvíkjandi limaskapi í Heimshandilsstovninum (WTO). Dentur varð lagdur á týdningin av limaskapi í egnum navni.

Eisini varð orðaskifti um Erasmus+-skipanina, sum Føroyar framvegis ikki eru vorðnar partur av.

Vitjanin var partur av skránni hjá írska sendiharranum undir vitjan hansara í Føroyum í hesum døgum.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Løtumyndir - Mentanarnáttin á Tvøroyri

31. mai kl. 17:02

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

Í gjár kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Sær gott út, men ilt at meta um hvussu summarið endar

31. mai kl. 18:00