Búskaparstøðan er góð. Tað staðfestir Føroya Váðaráð, sum aftur hevur havt fund.
Váðaráðið metir framvegis, at í løtuni ikki eru eingi greið tekin um, at skipanarligir váðar eru í eygsjón í føroyska bankageiranum.
Virksemið í føroyska búskapinum hevur verið stórt í fleiri ár við lágum arbeiðsloysi og hækkandi sethúsaprísum, sum kunnu vera vandatatekin um.
Men búskaparstøðan er góð og tað er avlop á handilsjavnanum, samstundis sum at arbeiðsloysið er lágt, ella bara 0,9%, og inflatiónin er lág.
Hagtølini fyri kortnýtslu í Føroyum og uttanlands tilsamans vísa, at nýtslan í trimum teimum fyrstu mánaðunum í 2026 hevur verið størri, enn í sama tíðarskeiði árið fyri.
Hetta kann millum annað vera orsakað av, at arbeiði er til allar hendur og av lønarvøkstri.
Bústaðarprísirnir eru hækkaðir í næstan í øllum landinum, men tølini eru fyribils og kunnu vera óviss, tí einstøkar sølur kunnu hava stóra ávirkan á miðalprísin í økjum við fáum sølum.
Men tann 11. juni boðaði miðbankin í Evropa frá eini rentuhækking upp á 0,25 prosent, sum kom í gildi í gjár.
Síðani hevur danski Tjóðbankin eisini hækkað rentuna 0,25 prosent. Og tá ið Tjóðbankin hækkar rentuna, plaga føroysku bankarnir eisini at hækka sínar rentur.
Tí er væntandi, at bústaðarrentan í Føroyum fer at hækka, eins og aðrar rentur í føroysku bankunum, sigur Váðaráðið.