Ongi úrslit

Vælkomin á ólavsøku

Elsa Berg
3 tímar síðan

Góðu føroyingar.

Sum borgarstjóri í høvuðsstaði okkara er tað mær ein stór gleði at bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomnum til Havnar á ólavsøku. Hesar dagarnar er býurin okkara felags samkomustaður – eitt stað, har føroyingar úr øllum landinum og gestir úr útheiminum hittast at hátíðarhalda tað, sum bindur okkum saman sum tjóð.

Ólavsøkan er ein hátíð um okkara søgu, okkara mentan, okkara fólkaræði og okkara felagsskap. Her hittast siðvenja og framtíð, og her síggja vit, hvussu sterkt okkara samfelag stendur, tá vit savnast um tað, vit eiga í felag.

Tórshavn hevur altíð havt ein serligan leiklut sum høvuðsstaður. Her hevur Løgtingið sæti, og her hava vit í øldir savnast á ólavsøku. Men høvuðsstaðurin er ikki bert býurin hjá teimum, sum búgva her. Hann er býurin hjá øllum føroyingum, og tí er tað okkum ein heiður at taka ímóti øllum gestum, sum koma her á ólavsøku, tí Havnina eiga vit øll.

Sum vant er nógv á skránni á ólavsøku, og tað er jú so, at ólavsøkan er tað, sum ein sjálv ger tað til. Her er nógv at fara til, og gamlir siðir og vanar skulu eisini røkjast.

Tvær siðvandar skrúðgongur eru. Sjálvan ólavsøkudag er skrúðgonga úr Dómkirkjuni niðan í Løgtingið, har tingið verður sett, men longu dagin fyri verður ólavsøkan sett við skrúðgonguni hjá ítróttafeløgunum, og haðani verður farið beint oman til kappróður.

Kappróðurin er ein inngrógvin partur av ólavsøkuni og ein av vakrastu ímyndunum av føroyskum samanhaldi, mentan og felagsskapi. Sum borgarstjóri og havnarfólk fegnist eg um, at bátarnir úr Havnini aftur í ár hava staðið seg sera væl. Við dugnaskapi, miðvísum arbeiði og góðum ítróttaranda hava manningarnar og feløgini víst, hvat kann røkkast, tá nógv leggja seg eftir einum felags máli.

Vit hava fleiri kappróðrarfeløg í kommununi, sum øll liva sítt góða og sterka lív. Samstundis fegnast vit eisini um øll tey mongu róðrarfeløgini kring landið, sum gera kappróðurin til eina so sterka og livandi tjóðarítrótt, og sum seta sín dám á ólavsøkuna. Ólavsøkan hevði ikki verið tann sama uttan øll tey, sum arbeiða í tí stilla – sjálvboðin, feløg, fyriskiparar og mong onnur, sum syrgja fyri, at alt riggar. Tykkara íkast ger, at vit enn einaferð kunnu bjóða eina trygga, livandi og minniliga ólavsøku. Takk fyri tað.

Mín vón er, at ólavsøkan verður merkt av gleði, virðing og góðum felagsskapi. At vit geva okkum stundir at njóta løturnar saman, og at vit eisini minnast, at tað eru felagsskapur, umsorgan og virðing fyri hvørjum øðrum, sum eru grundarlagið undir einum sterkum samfelagi.

Við hesum fari eg at ynskja øllum føroyingum – nær og fjar – og øllum teimum mongu gestunum, sum vitja okkara vakra høvuðsstað, eina góða og minniliga ólavsøku.

Elsa Berg

borgarstjóri

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Bønarløta á Oyggjarvegnum

Í gjár kl. 14:18

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

26. juli kl. 11:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30

Tórsfest - Benjamin Hav: - Eg kenni meg longu sum føroying

26. juli kl. 13:30