Ongi úrslit

Vága Floghavn: Vegurin opin aftur – men framvegis avmarkingar á parkeringsøkjunum

Frá í dag er vegurin við Vága Floghavn opin aftur. Men ferðslan millum tvey parkeringsøki verður avmarkað til 30. november.

© Vága Floghavn.
Vegurin er opin aftur, men framvegis eru avmarkingar. Bláa økið vísir, hvar arbeiðið við nýggja gongutunlinum ávirkar ferðsluna við Vága Floghavn fram til væntandi 30. november.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Vegurin við Vága Floghavn er aftur opin fyri ferðslu frá mánadegnum 26. oktober, eftir at arbeiðið við einum nýggjum gongutunli undir vegnum er komið væl áleiðis.

Men arbeiðið ávirkar framvegis ferðsluna á parkeringsøkjunum.

Eingin gjøgnumkoyring í fimm vikur

Sambært Vága Floghavn verður fyribils ikki koyrandi millum parkeringsøkini P3, sum er ætlað leigubilum, og P4, sum er alment parkeringsøki.

Avmarkingin verður væntandi galdandi til 30. november.

Tað verður tó framvegis møguligt at koyra inn á og út av báðum parkeringsøkjunum, og løðistøðirnar verða eisini atkomiligar.

Nýggjur tunnil undir vegnum

Seinastu tveir mánaðirnar hevur verið arbeitt við einum gongutunli, sum skal binda verandi parkeringsøki saman við økinum, har parkeringsplássini verða víðkað.

Arbeiðið við tunlinum undir sjálvum vegnum er liðugt, men arbeiðið heldur fram við síðuna av vegnum.

Arbeiðsøkið verður avbyrgt við betongklossum og merkt við skeltum og ljósum.

Vága Floghavn heitir á bilførarar um at vísa varsemi.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

Í gjár kl. 04:11

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40