Ongi úrslit

Vága kommuna: Arbeiðsgleði og trivnaður í fokus á ráðleggingardegi

Starvsfólk á dagstovnaøkinum í Vága kommunu vóru í dag savnað til felags ráðleggingardag við denti á arbeiðsgleði, nærveru og trivnað.

Edmund Jacobsen
16. mai kl. 22:27

Endamálið við degnum var at seta fokus á trivnað, samskifti og sálarligt arbeiðsumhvørvi hjá teimum, sum arbeiða tætt saman við børnum og familjum hvønn dag. Á skránni vóru faklig upplegg, kjak og bólkaarbeiði við støði í gerandisdegnum á dagstovnunum.

Fokus á trivnað og samstarv

Undirvísari á degnum var sálarfrøðingurin Kristian Eli Andersen, sum hevur serkunnleika innan kognitiva og metakognitiva terapi. Sambært kommununi legði hann dent á praktisk amboð og ítøkilig ráð, ið starvsfólk kunnu brúka beinleiðis í arbeiðinum og í samstarvinum við børn, foreldur og starvsfelagar.

Kommunan vil raðfesta góð arbeiðskor

Við ráðleggingardegnum ynskir Vága kommuna framhaldandi at raðfesta trivnað og góð arbeiðskor hjá starvsfólkunum á dagstovnaøkinum. Kommunan vísir á, at starvsfólkini hava eina týðandi uppgávu við at skapa tryggar og mennandi karmar fyri børnini.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Hetta hevði ongantíð borið til uttan stuðulin frá fólki

26. juni kl. 22:15