Ongi úrslit

Vága kommuna: Jóanis Albert Nielsen verður virkandi borgarstjóri

Varaborgarstjórin røkir borgarstjórastarvið í tvær vikur, meðan Bjarni Prior er í summarfrí. Fyrsta almenna uppgávan verður týsdagin.

© Vága Kommuna.
Jóanis Albert Nielsen, varaborgarstjóri í Vága kommunu.
Edmund Jacobsen
12. juli kl. 09:00

Jóanis Albert Nielsen, varaborgarstjóri í Vága kommunu, verður virkandi borgarstjóri í viku 29 og 30.

Hann røkir borgarstjórastarvið, meðan Bjarni Prior, borgarstjóri, er í summarfrí. Í hesum tíðarskeiðinum tekur Jóanis Albert Nielsen sær av almennum uppgávum og øðrum átrokandi málum vegna borgarstjóran.

Fyrsta almenna uppgávan hjá virkandi borgarstjóranum verður týsdagin 14. juli. Tá verður móttøka í sambandi við, at smátturnar Niðri á Tjørn eru lidnar.

Kommunuskrivstovan er stongd í summarfrítíðini og letur upp aftur mánamorgunin 3. august klokkan 10.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

16 tímar síðan

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06