Ongi úrslit

Vága kommuna viðger ... Vága kommunu!

Maria Jacobsen
31. mars kl. 21:40

Enn sum áður má borgarin í Vága kommunu vera meir enn vanliga árvakin, tá umræður, hvat fyriferst í hansara býráði!

Ikki fyrr enn í gjár varð skrá løgd út fyri almennan býráðsfund í kvøld kl. 18.00.

Her sæst, at Vága kommuna nú fer at ummæla egna umsókn um sundurbýti av matr.nr. 25 (fjøran).

Sostatt viðgongur Vága kommuna langt um leingi, at kommunan ikki er eigari av tí lendi, hon nú í fleiri mánaðir uttan byggiloyvi hevur brúkt skattaborgarans pening at gera arbeiði fyri fleiri mió. kr. á.

Áhugavert verður at frætta, hvat býráðslimirnir í Vága kommunu siga til hesi viðurskifti – og hvussu teir atkvøða um málið!

Enn eru nógvir leikir eftir í hesum óunniliga máli, sum liggur á borðinum hjá fleiri landsstýrisfólkum, tá nýggja landsstýrissamgongan tekur við.

Maria Jacobsen

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Hetta hevði ongantíð borið til uttan stuðulin frá fólki

26. juni kl. 22:15