Hetta seinasta árið hava vágafólk havt skerdan sjúkraflutning í 46 dagar.
Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Sjúkrahúsverkið hevur eina støð í Miðvági við sjúkrabili, men nú hevur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, spurt landsstýriskvinnuna, hvussu trygg sjúkraflutningstænastan í Vágum er.
Landsstýriskvinnan sigur, at hetta seinasta árið hevur tað verið ringt hjá Sjúkrahúsverkinum at manna sjúkrabilin í Miðvági. Men tað er serliga hetta seinasta hálva árið, at trupulleikarnir hava verið stórir.
Vanliga er ein sjúkrabilur mannaður við tveimum fólkum, einum løggildum viðgerara og einum hjálpara.
– Tað hava tíverri verið tíðarskeið seinasta árið, har støðin í Vágum ikki hevur verið fullmannað ella ikki hevur verið mannað yvirhøvur, sigur Eyðdis Harmann Niclasen.
Hetta seinasta árið hevur sjúkrabilurin í miðvági bara verið mannaður við einum viðgerðara í 16 dagar. Harumframt hevur støðin verið púra ómannað í 30 dagar.
Men landsstýriskvinnan leggur kortini dent á, at sjúkraflutningstænastan í Føroyum er ein flótandi tilbúgving. Hetta merkir, at teir einstøku sjúkrabilarnir røkja stór øki og ikki bara tey øki, har teir annars hava støð.
Tað er Vaktsentralurin á Landssjúkrahúsinum, sum hevur allan sjúkraflutning um hendi og tey gagnnýtir altíð sjúkrabilarnar á bestan hátt, sigur landsstýriskvinnan.
Hetta merkir, at tá ið sjúkrabilurin í Vágum ikki er tøkur, eru tað sjúkrabilar aðrastaðni sum eisini røkja Vágar. Men tá ið eingin sjúkrabilur er í Vágum tekur tað eyðvitað longri tíð at fáa hjálpina fram, ásannar hon.
Hon sigur, at størsti trupulleikin er trot á útbúnum sjúkraflutningsviðgerum.
Ein av orsøkunum til trotið, eru herd krøv um útbúgving. Sjúkraflutningsviðgerar í Føroyum verða í dag útbúnir á yrkisskúlanum í Danmark. Útbúgvingin tekur fýra ár, harav umleið 1,5 ár er á skúla í Danmark. Tað tíðina, tey eru í skúla í Danmark, eru tey ikki tøk hjá føroyska Sjúkrahúsverkinum.
Samstundis er tað ein gomul grundregla í sáttmálanum á hesum øki, at starvsfólkini sum eru á vakt, skulu búgva í nærumhvørvinum. Sostatt er sáttmálin ikki lagaður til so hvørt ferðasambandið er batnað.
Tí er tað ringt at fáa starvsfólk, sum ikki búgva í økinum, at taka vaktir í Vágum, sigur landsstýriskvinnan.
Landsstýriskvinnan sigur, at hendan støðan er sjálvandi ikki nøktandi.
Tí verður áhaldandi arbeitt fram ímóti at útbúgva fleiri sjúkraflutningsviðgerarar, og sambært leiðsluni í sjúkrahúsverkinum, eru batar væntandi hetta næsta hálva árið.
– Eisini kann nevnast, at í ár byrja tríggir lærlingar á skúla í Danmark, fyri at útbúgva seg til sjúkraflutningsviðgerarar. Teir fyrstu tveir byrjaðu 1. august, og ein byrjar í november.
Sjúkrahúsverkið vísir eisini á, at tað er neyðugt at leggja eina langtíðarætlan fyri økið fyri at hava eina støðuga, haldgóða og dygdargóða sjúkraflutningstænastu.
Hesum sjónarmiði tekur landsstýriskvinnan undir við, og hetta er eisini í samsvari við ætlanirnar hjá Sjúkrahúsverkinum fyri 2026-2030, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.