Munandi fleiri ferðafólk komu við seglbátum til Vágs í ár enn í fjør. Talið vaks úr 140 upp í 191, sum svarar til ein vøkstur upp á góð 36 prosent.
Samstundis minkaði talið av seglbátum úr 59 í fjør niður í 56 í ár. Tað upplýsir Vágs kommuna.
Fyrsti seglbáturin kom longu í januar
Árið byrjaði óvanliga tíðliga hjá Vágs havn. Longu 16. januar kom fyrsti seglbáturin við níggju fólkum umborð. Báturin lá í Vági í tveir dagar, áðrenn hann sigldi norðureftir.
Næsti seglbáturin kom 22. apríl, og síðani hava seglbátar regluliga vitjað havnina.
Flestu bátarnir komu úr Evropa, men eisini seglbátar úr Kanada, Avstralia og USA løgdu leiðina til Vágs.
Í miðal steðga seglbátarnir í tveir og ein hálvan dag. Ferðafólkini nýta tíðina til at hvíla seg, gera brúk av tænastum í býnum og uppliva náttúruna í Vági og nærhendis.
Fleiri seglbátar venda aftur til Vágs
Av teimum 191 ferðafólkunum vóru átta børn.
Sambært Vágs kommunu lata ferðafólkini væl at umstøðunum í havnini. Kommunan vísir eisini á, at fleiri seglbátar venda aftur til Vágs.
Talan er bæði um bátar, sum hava vitjað undanfarin ár, og bátar, sum hava verið í Vági fleiri ferðir í ár.
Seinasti seglbáturin kom til Vágs 8. oktober.