Ongi úrslit

Vágs Kommuna bjóðar løn undir útbúgving til námsfrøðihjálparar

Vágs Kommuna hevur avgjørt at bjóða starvsfólkum hjá kommununi møguleikan at fáa løn undir útbúgving, um tey velja at taka útbúgvingina námsfrøðihjálpari á Heilsuskúla Føroya.

© Vágs Kommuna
Vágs Kommuna / Edmund Jacobsen
28. apríl kl. 11:51

Avgerðin er tikin fyri at styrkja fakliga førleikan hjá starvsfólkunum og samstundis tryggja, at kommunan eisini framyvir hevur væl útbúgvin starvsfólk á dagstovnaøkinum.

Starvsfólk hjá Vágs Kommunu, sum hava áhuga fyri at nema sær útbúgvingina sum námsfrøðihjálpari, kunnu sostatt fáa løn, meðan tey eru undir útbúgving. Hetta gevur starvsfólkum betri møguleika at útbúgva seg, uttan at missa inntøku í útbúgvingartíðini.

– Okur vilja fegin stuðla teimum starvsfólkum, sum ynskja at menna sínar førleikar. Við hesum vilja okur bæði stuðla um fíggjarligu karmunum hjá starvsfólkunum og styrkja tilboðið til børn og familjur í kommununi, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.

Nærri kunning um treytir og umsóknarhátt verður givin teimum starvsfólkum, sum hava áhuga fyri skipanini.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Hetta hevði ongantíð borið til uttan stuðulin frá fólki

26. juni kl. 22:15