Ongi úrslit

Vágsbotnur kókar í dag: Tvey palløki og tíggju nøvn á Voxbotn

Dyrnar lata upp klokkan 16.00, og longu klokkan 17.00 fer Signar í Homrum á pall í Vágsbotni.

Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Voxbotn brestur á í dag, og skráin leggur upp til ein langan og tónleikafullan dag mitt í høvuðsstaðnum. Dyrnar lata upp klokkan 16.00, og ein tíma seinni setur Signar í Homrum hol á ársins stóru konsertveitslu á Betri Trygging-pallinum.

Síðani heldur tónleikurin fram til klokkan 02.00 í nátt, tá Swangah endar kvøldið á Burger King-pallinum.

Tvey palløki og tónleikur til langt út á náttina

Á Betri Trygging-pallinum spæla Signar í Homrum klokkan 17.00, Anna Lovisa & Bjarki klokkan 18.00, Ugly Kid Joe klokkan 20.00, Ankerstjerne klokkan 22.00 og Páll Finnur Páll á midnátt.

Á Burger King-pallinum fer Annika á pall klokkan 19.00, Aphaca klokkan 21.00, Safri Duo klokkan 23.00, Byrta klokkan 01.00 og Swangah klokkan 02.00.

Signar í Homrum er vorðin ein fastur partur av Voxbotn. Fyriskiparin Rúni Djurhuus sigur, at tað næstan ikki kennist sum Voxbotn uttan Signar í Homrum, tí hann altíð megnar at skapa eitt serligt samband við áskoðararnar.

Frá barnalandi til stóra konsertveitslu

Dagurin byrjar tó ikki bara í Vágsbotni. Barnaland verður í Hoyvíkshøllini frá klokkan 14.00 til 16.00, áðrenn stóra konsertveitslan flytur oman í býin.

Voxbotn hevur síðan 2012 ment seg frá einum konsertdegi við einum útlendskum høvuðsnavni til eitt stórt tónleikatiltak við bæði føroyskum og útlendskum nøvnum. 

Afturat konsertunum eru barnatiltøk, matur, drykkir og undirhald á skránni.

Í ár fevnir skráin breitt. Har verður 90’ara-rokkur við Ugly Kid Joe, danskur poppur við Anniku, Aphaca og Ankerstjerne, elektroniskur tónleikur við Byrtu, trummubeat við Safri Duo og føroyskur hiphop við Swangah.

Við øðrum orðum: Vágsbotnur verður í dag karmur um eina av størstu tónleikaveitslunum í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14