Ísraelsmenn fara í stórum tali á val í dag, týsdagin. Sambært BBC hevur valluttøkan higartil verið størri enn nakrantíð áður.
Valið kann fáa avgerandi týdning fyri politisku framtíðina hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, sum stendur fyri einari av sínum størstu politisku avbjóðingum.
Seinastu veljarakanningarnar vísa, at Netanyahu og fyrrverandi herovastin Gadi Eisenkot hava nærum somu undirtøku.
Men hvørgin av politisku samgongunum sær út til at fáa tey 61 tingsætini, sum krevjast fyri at tryggja ein meiriluta.
Klaga um óreglusemi á valstøðum
Fleiri stórir flokkar hava klagað um møguligt óreglusemi á valstøðum kring landið.
Miðvalnevndin í Ísrael sigur tó, at eingi prógv eru fyri skipaðum valsviki.
Valstríðið hevur serliga snúð seg um trygd, fólkaræði og ábyrgdina hjá Netanyahu í sambandi við álopini hjá Hamas 7. oktober 2023.
Tá vórðu nærum 1.200 fólk dripin, og 251 fólk vórðu tikin sum gíslar.
Andstøðan krevur eina óhefta kanning av álopunum, men Netanyahu hevur verið ímóti hesum.
Nýtt val kann gerast neyðugt
Eisenkot er formaður í nýggja flokkinum Yashar og fremsti politiski mótstøðumaður Netanyahu.
Hann hevur savnað fleiri flokkar, sum hóast politiskan ósemjuskap hava eitt felags mál: at fáa Netanyahu frá valdinum.
Fær eingin politiskur bólkur meiriluta, kunnu drúgvar samráðingar um eina nýggja stjórn standa fyri framman.
Í ringasta føri verður neyðugt við nýggjum vali.
Ísrael hevði fimm val frá 2019 til 2022, tí flokkunum gekst illa at semjast um stjórnarsamstarv.
Sambært BBC eru umleið 70.000 ísraelsmenn komnir heim úr útlondum fyri at atkvøða.
Fyrstu vallokalskanningarnar verða almannakunngjørdar klokkan 20 føroyska tíð.