Ongi úrslit

Valið í Ísrael: Arabisku flokkarnir kunnu koppa Netanyahu

Andstøðan stendur til at fáa fleiri tinglimir enn stjórnarflokkarnir í Ísrael. Men eingin hevur tryggjað sær meiriluta, og arabisku flokkarnir kunnu fáa avgerandi týdning.

© Wikipedia.
Benjamin Netanyahu kann missa stjórnarvaldið í Ísrael. Andstøðan stendur til at fáa fleiri tinglimir, men arabisku flokkarnir kunnu fáa avgerandi leiklut, tá nýggj stjórn skal skipast.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Benjamin Netanyahu kann missa stjórnarvaldið í Ísrael. Hóast andstøðan stendur til at fáa fleiri tinglimir enn stjórnarflokkarnir, hevur hvørgin av teimum báðum politisku blokkunum tryggjað sær meiriluta.

Sambært einari fyribils veljarakanning hjá ísraelska miðlinum KAN stendur andstøðan undir leiðslu av Gadi Eisenkot til at fáa 53 tinglimir, meðan Netanyahu og stuðulsflokkar hansara standa til at fáa 50.

Fyri at fáa meiriluta í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, krevjast 61 av teimum 120 sessunum.

Arabisku flokkarnir kunnu avgera valdið

Teir arabisku flokkarnir Ra'am og Sameindi Listin standa til at fáa 17–18 tinglimir tilsamans.

Mansour Abbas, leiðari í Ra'am, sigur sambært Haaretz, at hann vónar at kunna tryggja meiriluta saman við andstøðuni.

Yousef Jabareen, leiðari í Sameinda Listanum, sigur, at flokkurin nú er so sterkur, at ikki longur ber til at síggja burtur frá honum.

Sameindi Listin stendur til at økja úr fimm upp í 11 tinglimir.

Metstór valluttøka og óviss framtíð

Valluttøkan var 77,7 prosent. Tað er hægsta valluttøka í Ísrael síðani 1999 og 7,1 prosentstig meira enn á valinum í 2022.

Likud hjá Netanyahu stendur til at fáa 25 tinglimir, meðan Yashar hjá Eisenkot stendur til at fáa 21.

Eisenkot hevur boðað frá, at hann vil arbeiða fyri at skifta stjórnina hjá Netanyahu út og skipa eina nýggja savningarstjórn.

Men enn er ógreitt, hvør fer at stjórna Ísrael. Atkvøðurnar eru ikki liðugt taldar, og samráðingar kunnu gerast avgerandi fyri, hvør fær meiriluta.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07

Búskaparráðið: Samgongan ger beint øvugt av tí sum er rætt at gera

21. oktober kl. 08:36