Rækjufiskiskapurin við Rømø er brádliga steðgaður, eftir at danska Tilbúgvingarstýrið hevur stongt eitt fiskiøki vegna møguligan minuvanda. Lokalu fiskimenninir siga seg kortini ongantíð hava sæð eina einastu minu í økinum, hóast teir hava fiskað har í meira enn 60 ár.
Óttast fíggjarligt kollaps
24 ára gamli skiparin Christian Schramm sigur við TV Syd, at avgerðin kom uttan ávaring. Hann og aðrir ungir skiparar hava seinasta árið framt íløgur fyri fleiri milliónir krónur, men framtíðarútlitini eru brádliga sera døpur.
Sambært fiskimonnunum verður størsti parturin av hestarækjunum fiskaður í økinum, sum nú er stongt. At flyta fiskiskapin longur út hevði merkt fleiri tímar eyka sigling og nógv hægri rakstrarkostnaðir. Tað hevði harvið gjørt fiskiskapin nógv minni lønandi.
Stríð um minur og náttúruvernd
Málið stavar frá, at Danmarks Naturfredningsforening hevur gjørt danska tilbúgvingarstýrið vart við, at fiskiskapur við botnreiðskapi hevur verið bannaður í økinum síðan 2005 vegna vandan fyri gomlum minum. Síðani hevur myndugleikin sett forboðið í verk.
Fiskimenninir krevja nú, at forboðið verður tikið av aftur, meðan málið verður kannað nærri. Teir halda sjálvir, at talan kann vera um eitt umsitingarligt mistak.