Ongi úrslit

Varandi orka stóð fyri 26 prosentum av orkunýtsluni í ES

Varandi orkukeldur stóðu í 2025 fyri 26,2 prosentum av samlaðu endaligu orkunýtsluni í ES. Tað er ein vøkstur úr 25,2 prosentum í 2024, vísa fyribils hagtøl frá Eurostat.

© Thomas Réaubourg / Unsplash
Bourgneuf-en-Retz í Fraklandi.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Lutfallið hevur vaksið støðugt, síðan hagtalsrøðin byrjaði í 2004. Tá stavaðu 9,6 prosent av orkunýtsluni frá varandi orkukeldum.

ES er tó framvegis langt frá málinum fyri 2030. Tá skulu varandi orkukeldur standa fyri í minsta lagi 42,5 prosentum av orkunýtsluni. Skal málið røkkast, má lutfallið í miðal vaksa 3,3 prosentstig um árið frá 2026 til 2030.

Svøríki hevði størsta lutfallið í ES í 2025. Har stavaðu 65,4 prosent av orkunýtsluni frá varandi orkukeldum. Finnland var næst við 53 prosentum, og Danmark var nummar trý við 48,2 prosentum.

Í Svøríki kom størsti parturin av varandi orkuni frá lívmassa, vatnorku og vindorku. Finnland nýtti serliga lívmassa, vindorku og vatnorku, meðan Danmark fyrst og fremst nýtti lívmassa, vindorku og lívgass.

Belgia hevði lægsta lutfallið, 14,9 prosent. Síðani komu Slovakia við 16,3 prosentum og Írland við 17,2 prosentum.

Varandi orkukeldur stóðu eisini fyri 49,9 prosentum av samlaðu elnýtsluni í ES í 2025. Tað er 2,4 prosentstig meira enn árið fyri. Eysturríki hevði hægsta lutfallið við 90,8 prosentum. Svøríki hevði 89,2 prosent og Danmark 77,7 prosent.

Innan upphiting og køling vaks lutfallið av varandi orku til 27,4 prosent. Tað er hægsta lutfallið, síðan hagtalsrøðin byrjaði í 2004.

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30

Leirvíkstunnilin stongdur

22. juli kl. 14:43